Samstarvið við Paula Poulsen og Jóhan Nielsen, venjarar hjá B68, er endað.
Tað skrivar heimasíðan hjá B68 í kvøld.
Nevndin í Tofta Ítróttarfelag boðar í kvøld frá, at samstarvið við høvuðsvenjara og hjálparvenjara soleiðis er endað.
Felagið sigur, at meiri verður at frætta um hetta seinni.
- Vit takka Paula Poulsen og Jóhan Nielsen fyri teirra tíð í B68 og ynskja teimum góða eydnu framyvir, skrivar heimasíðan.
Heimasíðan vísir eisini á vónbrotið í Suðuroy, tá B68 í gjár tapti 1-2 móti FC Suðuroy.
- Nú eru bara fýra umfør eftir at leika, har B68 eisini hevur sera torførar dystir eftir. Fyrst verður HB á skránni sunnudagin í Gundadali, og síðani koma bæði oddaliðini á vitjan á Svangaskarði.
Lagt verður aftrat, at í seinasta umfari skal B68 leika við Stórá í Trongisvági móti TB.
- Tað sær einki serligt út júst nú, men tað eru sum sagt fýra umfør eftir, og vit verða bara noydd at trúgva uppá tað, skrivar heimasíðan hjá B68 í dag.