B68 saknar spælskiparan

Hjá Víkingi eru tveir av lyklaspælarunum smáskaddir

Tað verður oyggjauppgerð á Svangaskarði klokkan 16, tá ið B68 fær vitjan av Víkingi.

 

Í mai mánað í fjør var Víkingur tvær ferðir á Toftum og spældi landskappingardyst. Fyrru ferðina vann Víkingur 6-0, og smáar tvær vikur seinni endaði tað 2-2. Í Gøtu vann Víkingur 3-1, tá ið toftamenn vóru á vitjan.

 

Higartil í ár hevur B68 vunnið fimm stig í fimm dystum. Skírisdag endaði tað við steypatapi á Argjum, og næstsíðsta sunnudag var tað stórt vónbrot í Sørvági, tá ið heimaliðið í evstu løtu skoraði 1-0 sigursmálið.

 

Serliga meint rakar tað hjá B68, at veteranurin og spælskiparin Jann Ingi Petersen hevur verið so lítið við, tí hann er skaddur. Hann hevur bara verið við partar av dystunum í fyrsta og triðja umfari. Esmar P. Clementsen er burturstaddur í útbúgvingarørindum. Málverjin Rói Mørk Hentze fór seks minuttir undan steðginum skaddur av vøllinum á Argjum, men tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla í dag.