Fyrstu løtuna sá tað annars einki út hjá B68. Tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, var FC Hoyvík frammanfyri 2-0. Málskjúttar vóru Sunleiv Jacobsen og Jan Guttesen. Men síðsta korterið undan steðginum javnaði heimaliðið. Niklas Joensen og leikandi venjarin, Súni Fríði Barbá, vóru málskjúttar.
Høgni Varberg, sum var einsamallur álopsspælari hjá FC Hoyvík legði gestirnar á odda aftur, tá ið knappur tími var farin. Súni Fríði Barbá javnaði, tá ið tjúgu minuttir vóru eftir, og so var spenningurin stórur frammanfyri bæði málini.
Í tíðini, sum Eiler Rasmussen hevði lagt aftrat, skoraði Jónreid Dalheim sigursmálið fyri heimaliðið.
Sigurin ber við sær, at B68 helt fjarstøðuna til niðurflytingarstrikuna.
B68 er seks stig frammanfyri Skála, sum er næstaftast. FC Hoyvík er bara trý stig frammanfyri Skála.