B68 og Skála spæla í kvøld

Dysturin byrjar kl. 19.00. Við sigrinum hjá B71 á KÍ í gjár, er trýstið í botninum økt nakað. B68 er í løtuni seks stig framman fyri bæði Skála og B71, og tí kunnu toftamenn við einum sigri koma heilt úr vandaøkinum. Skála kann hinvegin vinna seg ájvant við ÍF, sum er nummar átta, um teir vinna á B68 í kvøld.

Tískil er eingin ivi um, at báðir partar hava sítt at stríðast fyri, tá farið verður á vøllin í kvøld.

 

Heimaliðnum vantar tríggjar leikarar frá at hava allar mans tøkar. Málverjin Vlada Filipovic er leikbannaður, Øssur Hansen er skaddur og Johan Dávur Højgaard kann ikki spæla, tí hann var við á 1. deildarliðnum fríggjakvøldið.

Betur er statt á Skála, har allir mans, uttan Poul N. Poulsen, eru tøkir.