B68 og LÍF spæla í dag

Klokkan 15 í dag verður landskappingardystur á Svangaskarði. Talan er um oyggjauppgerðina í 1. deild millum B68 og LÍF. Sambært skránni skuldi dysturin í 10. umfari verið spældur leygardagin 19. mai.

Orsøkin til at dysturin er í dag er tann, at ein av stóru profilunum á B68 liðnum í mong ár, Øssur Hansen, skal giftast leygardagin.