Teir næstbestu hjá EB/Streymi fóru av Svangaskarði við 4-0 tapi. Serliga í 1. hálvleiki, sum heimaliðið vann við einum máli, var EB/Streymur væl við í spælinum., men fram ímóti dystarenda skrædnaði tað orduliga, og so vann B68 4-0.
Næstbesta HB liðið var á Sandi, og væl mannaða HB liðið fór til hús aftur við 6-0 sigri. Merkisvert var tað, at tað vóru seks ymiskir spælarar, sum skoraðu málini. Úrslitið ber við sær, at HB framvegis er næstfremst, og at unga og óroynda B71 liðið er aftast.
TB fór úr Klaksvík við 1-0 sigri. Pætur Mikal Holm skoraði eitt korter undan leikloki sigursmálið eftir hornasparksinnlegg.