B68 og HB spæla javnt triðju hvørja ferð

Í 22 landskappingardystum á Svangaskarði hevur HB vunnið átta ferðir, B68 hevur vunnið sjey ferðir, og javnleikurin sunnudagin var tann sjeyndi

B68-HB

KÍ og HB hava altíð verið í frremstu deildini í fótbólti. Saman við teimum hava tvey onnur lið verið í 1. deild síðani 1981. Talan er um eysutoyarliðini GÍ og B68. Dysturin á grasvøllinum sunnudagin var tískil 22. ferðin, at B68 hevði vitjan av HB í landskappingini.
Hagtølini siga, at býtið millum heimasigrar, javnleikir og útisigrar er rætuliga javnt. Javnleikurin hesa ferð var tann sjeyndi, og hetta var triðja ferðin, at úrslitið hevur verið 1?1. Hinar ferðirnar vóru í fyrraárið og í 1993.
Í sigrum er HB omaná. Átta ferðirnar eru havnarmenninir farnir av Svangaskarði við øllum stigunum. Men teir hava ikki vunnið síðani í 1999. Tá vunnu teir 5?1, sum er størsti sigurin, teir hava vunnið á Toftum.
B68 hevur vunnið sjey ferðir. Síðsti sigurin var í fjør, tá teir vunnu 2?1.
Tilsaman hevur B68 skorað 26 mál á heimavølli ímóti HB, sum hevur fegnast um mál á Svangaskarði 33 ferðir.
Í Gundadali er HB eisini omaná. Teir hava vunnið tíggju dystir, B68 hevur vunnið tríggjar ferðir, og átta ferðir hevur tað verið javnleikur. Málmunurin heimaliðnum til fyrimunar er 46?28. Síðsta ferðin, at B68 vann í Gundadali ímóti HB var í fyrraárið, tá teir vunnu 4?3. Í fjør vann HB 3?1.
B68 og HB skuldu havt spælt á Svangaskarði í fyrsta umfarinum í ár, men sum kunugt vóru fyrsta og sætta umførini býtt um, tí tað var verkfall. Hetta er orsøkin til, at tað verður sera tætt millum landskappingardystirnar hjá hesum báðum liðunum í ár. Tey hittast aftur í Gundadali í 10. umfarinum, sum er á skránni 7. juli.