Lítil ivi tykist vera um, at tey bæði feløgini, sum í fjør fluttu niður úr Formula deildini, fara at tryggja sær trý stig í part seinnapartin.
Tíggju minuttir undan leikloki var B68 á odda 4-1 í Leirvík. Fjórða B68 málið skoraði Jósup Henriksen.
Tíggju minuttir undan leikloki var ÍF á odda 5-0 í heimadystinum ímóti SÍ. Tvey tey seinastu ÍF málini skoraðu Bartal Eliasen og Elvan, verður upplýst úr Fuglafirði.