B68 nærkast botninum

B68 hevur bara fingið eitt stig í teimum seinastu fýra dystinum og nærkast botninum í hvørjum

Tá B68 í fyrsta umfari vann heili 5-0 á B71 var tað lítið, sum bendi á at bara fýra stig fóru at skilja liðini eftir níggjunda umfarð. Tað er hinvegin sannleikin og vinnur B71 sunnudagin á Sandi, so er bara eitt stig á muni. B71 hevur havt eitt trupult kappingarár, men nakrir glottar eru at hóma. Millum annað hava teir fingið tríggjar javnleikir á útivølli ímóti AB, ÍF og Víkingi. B68 tapti mánadagin 3-0 fyri EB/Streymi.

Hesin dysturin kann koma at broyta botnstríðið nógv um sandoyingar vinna.