B68 í nýggjari útgávu vann stórt

Hóast teir í ein lítlan tíma vóru undirmannaðir, so vóru toftamenn greitt omaná ímóti gestunum úr Vági, sum tóktust leingjast eftir kappingarendanum

Fótbóltur

Eftir oyðimarkargongd í seks dystum upp í slag uttan sigur gjørdi B68 ein orduligan vørr á heimavølli í fyrstu royndini, eftir at venjaraskiftið hevði verið.
B68 kom skjótt á odda, tá Øssur Hansen við frágera góðum høgrabeinsskoti úr sekstan metrum og eitt lítið sindur til høgru smekkaði upp í nettakið. Uppspælið byrjaði við innkasti á miðjuni í vinstru. Vágbingar ansaðu illa, Jann Ingi Petersen spældi Fróða Benjaminsen, sum við góðari sending spældi Øssur Hansen, sum kom við nógvari ferð, púra leysan.
Harvið vóru lunnar lagdir undir heimasigurin. Vágbingar vóru sera verjukendir frá fyrsta bríksli. Teir vóru illa mannaðir, og teir dyrgdu eftir javnleikinum. Hvussu dysturin hevði myndast, um royndin hjá Marek heilt tíðliga úr 24 metrum hevði farið í málið í staðin fyri at taka stólparótina, ber ikki til at siga, men fyritreytirnar at fáa stig høvdu sjálvandi verið nógv betri.
VB var vandamikið í onkrum snarálopi, og B68 málverjin var onkra ferðina eyka aftasti maður. Jón Pauli Olsen hevði góða roynd úr vinstru, og Slobodan Madzar royndi úr spískum í høgru, men Michal Kokoszanek vardi væl fyri í hesum førunum, og tá vágbingar onkra ferðina í 2. hálvleiki komu ígjøgnum.

VB tók ikki av
Stóri maðurin á heimaliðnum var veteranurin og fyrrverandi landsliðsmaðurin, Øssur Hansen. Hesa ferð var hann á miðvøllinum saman við Fróða Benjaminsen og Jann Inga Petersen. Tað bar tyngd við sær í uppspæli, og Øssur var meiri málsøkin, enn hann hevur verið fyrr í ár, tá hann hevur verið á vinstra veingi. Álopshóttanin gjørdist ikki minni av, at Predrag Zivkovic í miðverjuni hjá VB var meiri enn hálvskaddur, og harvið var uppgávan hjá Jacobsen tvíburðunum eyka stór.
VB fekk møguleikan at koma afturíaftur, tá B68 fimm minuttir undan steðginum misti Fríðin Ziskason, sum sá gult fyri aðru ferð. Men tað kiksaði fullkomuliga hjá vágbingunum, sum eftir steðgin vóru sera lítið mobilir, gjørdu eina rúgvu av mistøkum og spiltu seg burtur, tá teir fýra ferðir vóru í góðum støðum at gera mál. Manningin, tunni bonkurin og avrikið í síni heild bendi á, at VB hetta vikuskiftið hevði prioriterað næstbesta liðið framum besta liðið, og at fleiri av teimum, sum vóru á Svangaskarði, mest av øllum trongdu til vetrarfrí.

Annað lag
Øssur Hansen økti til 2?0 upp á brotsspark, tá seinna umfarið var seks minuttir gamalt. Fróði Benjaminsen kom við ferð í brotsteigin við bóltinum, ein verjuspælari royndi at takla, Fróði fór um koll, og dómarin metti, at talan var um brotsspark. Tað vóru vágbingar als ikki samdir við honum í.
Tá Øssur seks minuttir seinni økti til 3?0, var VB verjan fullkomuliga burtur. Fróði Benjaminsen vann bóltin á miðjuni, og Jann Ingi Petersen sendi púra leysa Øssur Hansen avstað.
John Heri Dam staðfesti størsta B68 sigurin í ár. Eftir innlegg úr høgru frá Marlon Jorge drønstútaði hann úr tíggju metrum dygst inn við handara stólpanum.
? Vit sýndu nógv betri hugburð, enn vit hava gjørt nógvu tær seinastu ferðirnar. Avrikið vísti, at broytingarnar, sum vit høvdu gjørt í spælskipan, manning og liðsamanseting riggaðu væl, og vit fluttu liðið nógv skjótari fram á vøllin, enn vit hava gjørt fyrr í ár, tá talan altíð hevur verið um nógvar verjukendar bindingar, staðfesti dagsins maður Øssur Hansen, sum gjørdi hattrikk, eftir dystarenda.
Hvussu taklaðu tit støðuna, tá tit høvdu mist ein mann?
? Síðstu fimm minuttirnar undan steðginum lótu vit sum einki. Í steðginum gjørdu vit av at flyta Jann Inga, Fróða og meg nærri saman, men annars hildu vit fram, sum vit høvdu gjørt, burtursæð frá at John Heri Dam kom inn í vinstru.
Og hvussu verður tær næstu ferðirnar?
? Eftir at vit hava mist so nógv, mugu vit arbeiða fyri at fáa sum frægast burturúr. NSÍ í Runavík verður torfør avbjóðing, men vit gleða okkum, sigur Øssur Hansen.

Dysturin í tølum
B68-VB4-0 (1-0)
1-0: Øssur Hansen 13
2-0: Øssur Hansen br. 51
3-0: Øssur Hansen 57
4-0: John Heri Dam 67
Dómari: Birgir Sondum

B68: Michal Kokoszanek ? Hans Fróði Hansen, Oleif Joensen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Fríðin Ziskason, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen ? Anders Nygaard, Øssur Jacobsen
VB: Bjarni Johansen ? Slobodan Madzar, Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic, Magni Jacobsen ? Mortan úr Hørg, Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Nenad Zivanovic ? Jón Pauli Olsen