21 ára gamli klaksvíkingurin Jósup Henriksen skal styrkja um álopið hjá B68 komandi kappingarár. Eitt ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar og í farnu viku vandi nýggi maðurin saman við hinum á Svangaskarði. Hann sá út til at kenna seg væl millum hinar B68-ararnar. Um unga klaksvíkingin verður sagt, at hann er ein evnaríkur spælari, sum stríðist væl á vøllinum. Hann er skjótur og hevur góð evni at skora.
Jósup Henriksen var við á U17-landsliðnum, men tey næstu árini gjørdi hann lítið við fótbóltin. Í ár er hann byrjaður aftur av álvara, og hann skoraði 13 mál fyri 1. deildarliðið hjá KÍ.