Tað er einki at siga til tað, um toftamenninir á vøllinum og trúgvu B68 áskoðararnir kendu seg vónbrotnar, tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Svangaskarði í kvøld.
B68 var frammanfyri 2-1, tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan framvegis 2-1 til B68.
Men í yvirtíðini eydnaðist tað HB at javna. Stutt frammanundan hevði B68 miðvallarin Eli Simonsen sent bóltin á tvørtræið við frísparksroynd.
Útjavnandi HB málið skoraði Andrew av Fløtum við brotssparki.
Sjálvandi fegnaðust HB spælararnir og áskoðararnir um, at tað eydnaðist at skava eitt stig til sín, men avrikið var ikki so nógv at reypa av, og javnleikurin bar við sær, at HB ikki tók seg nærri toppinum, enn HB var tað frammanundan.
B68-HB 2-2 (2-1)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Øssur Hansen br 10.
2-0: Ahmed Keita 32.
2-1: Hanus Thorleifsson 34.
2-2: Andrew av Fløtum br 94.
B68: Vlada Filipovic - Niclas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen (Kristian Anton Andreasen, 80.) - Jóhan Petur Poulsen, Eli Simonsen, Remi Langgaard, Dánjal Pauli Højgaard (Ibrahima Camara, 82.) - Oddur Højgaard, Ahmed Keita
Gult kort: Ahmed Keita
HB: Tórður Thomsen - Vagnur Mohr Mortensen, Tórður S. Hreiðarsson, Rógvi Holm (Pætur T. Jørgensen, 34.), Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson (Kristin R. Mouritsen, 67.), Levi Hanssen (Páll Mohr Joensen, 75.), Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum, Rókur Jespersen
Gult kort: Vagnur Mohr Mortensen
35 min.
2-1
Tað er lív í á Svangaskarði, har HB vitjar. Eftir leiðslumálið hjá Øssuri Hansen, økti Keita til 2-0 eftir fínt einmansavrik, og lítla løtu seinni minkaði HB um munin, eftir at Fróði Benjaminsen hevði lagt innfyri.
---------
20 min.
1-0
Hjá B68 er Ndende leikbannaður, og hjá HB eru Símun Samuelsen, Kári Nielsen og Milan Kuljic skaddir. Hanus Thorleifsson er í høgra borði á miðvøllinum, og Rókur Jespersen er í álopinum.
------
15 min.
1-0
Síðani heimaliðið legði seg á odda við brotssparki, hevur tað ikki verið nógv av serliga samanhangandi spæli.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Svangaskarði, har sólin skínur, og tað er turt og stilt.
---------
10 min.
1-0
Fyrsta bríkslið á Svangaskarði var klokkan 18, og eftir 7 munuttir er 1-0 til B68. Øssur Hansen varð feldur í brotsteiginum, og hann umsetti sjálvur brotssparkið til mál!
HB hevur annars lagt bragdligari fyri, og bæði Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum hava havt vandamiklar royndir ímóti málinum hjá Vlada Filipovic.
B68-HB kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
B68: Vlada Filipovic - Niclas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Jóhan Petur Poulsen, Eli Simonsen, Remi Langgaard, Dánjal Pauli Højgaard - Oddur Højgaard, Keita
HB: Tórður Thomsen - Vagnur Mohr Mortensen, Doddi, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum, Rókur Jespersen