B68 misti á stokkinum

1. DEILD: B36 javnaðí í Gundadali, tá ið ein minuttir var eftir av vanligu leiktíðini

Í fyrsta umfari, sum var 9. mars, endaði tað 1-1 á Svangaskarði, har B68 hevði vitjan av B36.

Leygardagin hevði B36 vitjan av B68, og aftur í dag var úrslitið 1-1.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, fegnaðust heimamenninir um vunna stigið, meðan gestirnir iðraðu seg um, at sigurin í síðstu løtu glapp teimum av hondum.

Seks minuttir undan steðginum legði Esmar P. Clementsen B68 framum. B68 leiðslan helt, inntil tað restaði ein minuttir. Tá javnaði Niels Johnsson til 1-1, sum eisini varð úrslitið.

B68 er á fimta plássi við fjúrtan stigum, og B36 er á sjeynda plássi við trettan stigum.

https://www.in.fo/myndasavn/