B68 mist miðvøllin

Fróði Benjaminsen fer í ár at spæla fótbólt í Íslandi, og tá B68 eisini hevur mist Jann Inga Petersen, skal ein at kalla nýggjur miðvøllur spælast inn í ár

Fótbóltur

Tað hevur leingi ljóðað, at íslendska Fram, har Ion Geolgau nú er venjari, hevur ligið framvið at fáa hendur á teimum báðum B68-leikarunum, Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen.
Fyrr í ár hava teir báðir verið eitt legg í Íslandi, har teir hava kunnað seg um umstøðurnar, og longu í november mánaði skrivaðu íslendskir miðlar, at samráðingar vóru farnar ígongd við leikararnar.

Skuldi vera nú
Tað hevur tó ikki verið so nógv, sum leikararnir sjálvir hava havt at viðmerkja til alt hetta tosið, men nú hevur í øllum førum Fróði Benjaminsen tikið avgerð um, at hann fer at royna fótbóltseydnuna í Íslandi.
- Jú, tað er rætt. Avgerðin er tikin, og um mánaðarskifti fara konan og eg so til Íslands, sigur Fróði, tá vit mánamorgunin hittu hann á orði.
Og sum skilst, so tykist Fróði eisini spentur upp tað heila, nú hann fyri fyrst ferð skal royna seg sum fótbóltsútiseta.
- Skal tað vera, so skal tað vera nú. Eg eri júst fyltur 26 ár, so tað kann verða skjótt, at tað verður ov seint hjá mær at royna nakað. Fyrr havi eg kanska ikki tráða so nógv eftir hesum, men nú havi eg so eisini fingið sveinabrævið hjá mær, so í so máta havi eg ikki so nógvar bindingar eftir her heima, sigur hann.
Pengarnar í sáttmálanum vil Fróði sjálvandi ikki tosa um, men hann leggur dent á, at talan sum so ikki er um nakran fulltíðar sáttmála.
- Eg ætli mær í øllum førum at arbeiða hálvan dag við síðuna av fótbóltinum. Venjingin hjá teimum er ikki stórt meira enn tað, sum vit venja her í Føroyum, og bara at skula hugsa um fótbólt og so venja fýra-fimm ferðir um vikuna. Tað kann skjótt blíva nakað einsligt, heldur miðvallarin, sum nú í fleiri ár hevur verið roknaður sum ein hin stinnasti av slagnum í landinum.

Ivasamt við Hans Fróða
Sum nevnt omanfyri, og sum vit eisini hava skrivað onkra aðra tíð, so hava íslendingar eisini sýnt áhuga fyri Hans Fróða Hansen, sum hesi seinastu trý árini hevur verið verjuálitið á Toftum.
Seinastu góðu vikuna hava leysasøgurnar eisini ljóðað alsamt harðari um, at eisini hann skal vera ávegis til Fram, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hetta váttað frá leikaranum sjálvum.
Tað er tó tann munurin á møguliga skiftinum hjá Hans Fróða Hansen og staðfesta skiftinum hjá Fróða Benjaminsen, at verjuleikarin framvegis hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við B68.
Tað merkir við øðrum orðum, at Hans Fróði ikki uttan víðari kann fara til annað felag. Skal tað gerast her og nú, so skulu íslendingarnir samráðast við B68 um ein møguligan keypsprís. Formaðurin í B68, Niclas Davidsen, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til hetta, men tá spurt verður, hvørt teir hava gjørt nakra avtalu við Fram, er svarið noktandi.

Halda eyguni opin
Einki er at ivast í, at hetta er dyggur smeitur hjá toftamonnum, sum við hesum hava mist tveir liðir úr sterka tríhyrninginum á miðjuni, sum í fjør var ein av høvuðsorsøkunum til góðu úrtøkuna hjá toftamonnum.
Sum nevnt, so hevur Fróði Benjaminsen í fleiri ár verið roknaður sum ein hin besti miðvallarin í landinum, og seinastu trý árini hevur hann eisini átt sítt sjálvskrivaða pláss á landsliðsmiðvøllinum, har hann tykist hava ment seg til ein alsamt vaksandi krumtapp í føroyska spælinum.
Niclas Davidsen, formaður í B68 fær í løtuni ikki gjørt stórt annað enn at ásanna, at leikarin er farin, og enn fæst hann heldur ikki at siga, hvørt B68 fer at leita sær styrk aðra staðni frá í royndunum at tippa holið, sum nú er íkomið.
- Vit hava sjávlandi eygu og oyru opin, soleiðis at vit fylgja við í, hvat rørir seg kring okkum, men hinvegin eru vit ikki í beinleiðis sambandi við nakran leikara, so hasum kann eg als ikki svarað fyri, var einasta viðmerkingin frá formanninum.