B68 missir toppskjúttan

Ein av mest markantu B68 spælarunum seinastu árini verður ikki í reyða búnanum komandi kappingarár.

Pól Jóhannus Justinussen flytir til Íslands, har hann tvey tey næstu árini skal umboða Val í Reykjavík. Hetta er sama felag, sum málverjin Randi S. Wardum spældi við fyri nøkrum árum síðani. Pól Jóhannus verður fyrsti føroyingurin í íslendskum fótbólti, síðani Símun Samuelsen síðsta heyst flutti úr Keflavík og til HB.

Tað eru tólv lið í bestu íslendsku deildini, og Valur endaði í ár á 7. plássi.

21 ára gamli Pól Jóhannus hevur í B68 verið miðverji, vinstri vongverji og miðvallari.

Aftur í ár varð undirstrikað, at hann er sera málsøkin. Í 24 dystum í Vodafonedeildini skoraði Pól Jóhannus 10 mál, og hann var toppskjútti hjá B68.

Pól Jóhannus, sum er uppvaksin í NSÍ og eisini hevur roynt seg í GÍ, hevur verið á Toftum síðani á sumri í 2008.

Søgan um, at Pól Jóhannus nú flytir til Íslands, er at síggja á heimasíðuni hjá B68, og søgan er endurgivin á heimasíðuni hjá Morgunblaðnum.