B68 megnaði ikki at vinna á TB hetta kappingarárið

TB fekk eina góða úrtøku móti B68 hetta kappingarárið

TB stendur sum tann samlaði vinnarin í teimum trimum dystunum móti B68 hetta kappingarárið. 

 

Í teimum trimum innanhýsis dystunum vann TB ein, meðan hinir báðir dystirnir endaðu við javnleiki.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist sostatt fimm stig til TB og tvey stig til B68.

 

TB megnaði at vinna á B68 við Stórá, og megnaði tvær ferðir javnleik á Svangaskarði.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 4-3 til TB.

 

B68-TB 1-1 (1-1) - 14. mai 

 

TB-B68 2-1 (0-0) - 1. juli 

 

B68-TB 1-1 (0-0) - 31. august

 

Kelda: FaroeSoccer