B68 hevur ryggin ímóti múrinum, men enn hava teir møguleikan at flyta upp í effodeildina, um egin og onnur úrslit laga seg.
B68 spælir ímóti suverena oddaliðnum, AB á Argjum í morgin, og sum stigatalvan er eftir 25 umfør eru toftamenn noyddir at vinna á Argjum. Víkingur er nummar tvey við 47 stigum, KÍ er nummar trý við 46 stigum, og B68 er nummar fýra við 43 stigum. B68 má enda á einum triðja plássi um teir skulu flyta upp í effodeildina. Endar B68 á einum fjórða plássi draga teir svartaper.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við høvuðsvenjaran hjá B68, Súna Olsen í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 fyrrapartin.
Súni Olsen staðfestir, at hópurin er væl fyri, og teir fara til Argir eftir einum sigri fyri at halda lív í møguleikanum at flyta upp í effodeildina.