B68 møtir St. Gallen

Toftamenn skulu møta sveisiska liðnum St. Gallen í fyrsta umfari í Inter-Toto Cup

Lutakastið var fyri nøkrum vikum síðani í býnum Nyon, men tá var framvegis ikki greitt, hvat mótstøðuliðið hjá B68 var, tí landskappingarnar í Evropa vóru ikki lidnar.
Nú liggur tað so fast, at B68 fer at møta St. Gallen úr Sveis. Heimasíðan hjá B68 upplýsir, at sveisiska liðið endaði sum nummar seks í landskappingini, og tað gav atgongd til evropeisku kappingina.
Fyrri dysturin verður í Sveis leygardagin 22. juni, og seinni dysturin verður leiktur á Svangaskarði 29. juni.
St. Gallen hevur fingið nøkur heilt góð úrslit í UEFA-Cup. Fyri hálvum øðrum ári síðani sendi St. Gallen enska liðið Chelsea úr kappingini. Nakrir kendir leikarar hava havt sína gongd í St. Gallen. Nevnast kunnu Marco Tardelli, sum skoraði í HM finaluni í 1982. Hann spældi við St. Gallen frá 1987 til 1989. Eisini Ivan Zamorano úr Kili spældi við St. Gallen síðst í nítiárunum.
Felagið St. Gallen er úr einum býi við sama navni, sum hevur 70.000 íbúgvar.