B68 málverjin vrakaður

Toftamenn hava í fyrra hálvleiki verið sera raskir á Tórsvølli, har B36 ikki hevur megnað at skorað.

Norski Erlend Jacobsen var ætlaður at vera fyrsta val millum stólparnar hjá uppflytarunum í B68. Hann vardi málið, tá ið B68 í fyrsta umfari tapti 4-0 á heimavølli ímóti KÍ.

Fyri einari viku síðani, tá ið B68 var fyri stórum vónbroti í Sørvági og tapti 3-2, vardi Joakim Jurs málið hjá toftamonnum. Tá varð sagt, at Erlend Jacobsen var sjúkur. Í undanumrøðuni í Sosialinum undan triðja umfari varð sagt, at nú var norski málverjin tøkur aftur. Hann er tó ikki á spælaralistanum hjá B68 í Gundadali ídag, og tað er aftur Joakim Jurs, sum verjir B68 málið.

Higartil í dag hevur tað hilnast væl hjá bæði B68 og Joakim Jurs. Tølini undan dystinum søgdu, at tað er bara eitt prosent av tipparunum, sum rokna við, at B68 fer at vinna, og 98 prosent rokna við, at B36 fer at vinna.

Dysturin er bara hálvrunnin, og higartil hevur tað gingið fyri seg eftir fyritreytunum hjá toftamonnum. B36 hevur havt bóltin væl meiri enn toftamenn, sum hava verið sera raskir og hava lagt nógv fyri og verið væl skipaðir í verjupartinum. Síðsta korterið av fyrra hálvleiki hevur B68 fleiri ferðir verið í B36 brotsteiginum, og teir hava havt sóran málmøguleika, men Mattias Lamhauge í B36 málinum bjargaði til horna, tá ið Bárður Ó. Jensen var í góðari støðu.

Í síðsta minutti undan steðginum hevði B36 bóltin á tvørtrænum, og B68 málverjin stórbjargaði, tá ið Tobias Christensen var í heilt góðari støðu mitt fyri málinum.

B68 vildi hava brotsspark tíggju minuttir undan steðginum, tá ið Andri Benjaminsen fór um koll í samanbresti við B36 málverjan eftir innlegg úr vinstru, men Kári J. á Høvdanum tagdi.

Í Fuglafirði, har 07 Vestur er gestur í dýrdarveðrinum, er hálvleiksstøðan 1-0 til heimaliðið. ÍF var fyrstu løtuna nógv í álopsstøðu, og tað eydnaðist at skora í sætta minutti. Steinbjørn Olsen royndi seg við brotssparki, Silas Eyðsteinsson hálvbjargaði, og Filip Djordjevic var fyrstur á returbóltinum.

Síðsta korterið hevur 07 Vestur verið omaná, og talan hevur verið um fleiri góðar royndir ímóti ÍF málinum.

 

Klokkan 15

ÍF - 07 Vestur

B36 - B68

Klokkan 16

NSÍ - EB/Streymur

TB - KÍ

Fríggjakvøldið

Víkingur - HB 2-1