B68 longri frá botninum

B68 og EB/Streymur hava í spennandi uppgerð, sum í 2. hálvleiki í løtum var hampuliga væl spæld, býtt stigini millum sín á Svangaskarði.

Úrslitið var 1-1. Bæði málini vórðu skorað eftir lítlari løtu seint í 1. hálvleiki. David Udsen legði EB/Streym á odda við brotssparki, og Ndende javnaði fyri B68, tá ið hann við høvdinum stýrdi innleggi úr vinstru frá Keita í kassan.

Úrslitið ber við sær, at B68 hevur 19 stig og harvið er átta stig frá niðurflytingarhóttanini.

EB/Streymur er komið upp á 29 stig. Um sundalagsmenn høvdu vunnið fulla úrtøku í kvøld, so høvdu teir lagt seg upp á síðuna av HB, ið er á silvurplássinum við 31 stigum.

Hjá EB/Streymi kom tað illa við, at toppskjúttin, Arnbjørn Hansen, longu í 1. hálvleiki noyddist av vøllinum við skaða í nøsini. Tað verður ikki hildið, at nakað er brotið.

 

B68-EB/Streymur 1-1 (1-1)

Dómari: Eiler Rasmussen

0-1: Daniel Udsen br 43

1-1: Ndende Adama Guéye 45.

B68: Petur Meinhard Magnussen (Vlada Filipovic, 63.) - Niklas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen (Jónleif Højgaard, 77.) - Jóhan Petur Poulsen, Remi Langgaard, Ndende Adama Guéye, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreasen, Ahmed Keita

Gult kort: Ndende Adama Guéye, Remi Langgaard, Jóhan Dávur Højgaard

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 64.), Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Brian Olsen (Kristoffur Jakobsen, 88.), Daniel Udsen - Arnbjørn Hansen (Hans Pauli Samuelsen, 34.)

Gult kort: Gudmund Nielsen, Marni Djurhuus, Pauli G. Hansen

 

---------

 

85 min.

1-1

 

------

 

75 min.

1-1

Spælið er meiri flótandi, og talan er um intensa og uppgerð.

Jonleif Højgaard hjá B68 hevur loyst Øssur Hansen av.

Arnar Dam hjá EB/Streymi hevur loyst Gudmund Nielsen av.

 

---

 

65 min.

1-1

Trýstið á B68 málið er linkað nakað.

 

--------

 

60 min.

1-1

B68 hevur skift málverja. Petur Meinhard Magnussen er farin av vøllinum, og inn í hansara stað er komin Vlada Filipovic.

EB/Streymur hevur lagt trýst á B68 málið. Tvær royndir hava verið ímóti B68 málinum, men tað er framvegis 1-1.

Nú er mjørkin ikki so tjúkkur, sum hann eina løtu var tað.

 

----

 

55 min.

1-1

Tað gongur framvegis javnt á. Ofta er bólturin í luftini, og tað knípir at fáa í lag skipað spæl fram eftir jørðini.

Tað verður ikki hildið, at nakað er brotið hjá Arnbirni Hansen, sum bløddi illa frá djúpum sári á nøsini.

 

----------

 

Hálvleikur

1-1: Ndende 45.

Toftamenn svaraðu aftur stutt undan hvíldini. Miðvallarin Ndende stýrdi við handara stólpan bóltin í málið við høvdinum, eftir at álopsspælarin Keita hevði lagt innfyri úr vinstru.

Gudmund Nielsen hjá EB/Streymi hevur sæð gula kortið.

 

-------

 

45 min.

0-1: David Udsen br 42.

EB/Streymur hevur stutt undan hvíldini lagt seg á odda við brotssparki.

Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at Ndende í hornasparksstøðu og út frá aftur og innlegg hevði hildið Sorin Anghel. Dómarin vísti Ndende gula kortið.

Málið lá í luftini. Stutt frammanundan hevði B68 miðverjin Jóhan Dávur Højgaard bjargað á strikuni.

 

-----------

 

30 min.

0-0

Ein samanbrestur millum B68 miðverjan Oddur Højgaard og EB/Streyma álopsspælaran Arnbjørn Hansen bar við sær, at báðir lógu á vøllinum.

Arnbjørn Hansen er borin av vøllinum, og í hansara stað er Hans Pauli Samuelsen komin inn á EB/Streyma liðið.

Oddur Højgaard hjá B68 er komin á føtur aftur.

 

---------

 

 

25 min.

0-0

Eftir at EB/Streymur fyrstu løtuna var omaná, so hevur tað síðstu løtuna verið rættuliga javnt. B68 hevur havt fleiri hornaspørk, men enn er tað málleyst.

Stóri spurningurin er, um tað verða líkindi at spæla alla tíðina. Tað er farið at regna, men tað bilar sjálvandi ikki. Heldur er tað tokan, sum kann fara at arga. Nú er tað rættuliga tjúkt á Svangaskarði.

 

------------

 

10 min.

0-0

Tað hevur verið rættuliga javnt fyrstu løtuna, og málmøguleikarnir hava ikki verið nógvir. Besta møguleikan higartil høvdu gestirnir eftir skjótt mótálop, men Arnbjørn Hansen sendi bóltin langt upp um málið.

 

---------

 

5 min.

0-0

 

Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt á Svangaskarði. Lotið er lítið, tað er illturt, og hóast mjørkin er nógvur, so bilar tað ikki, tí tað er eingin trupulleiki at síggja úr enda og í hin.

B68 verjir í 1. hálvleiki sunnara málið og hevur tískil lítla lotið undan.

 

B68-EB/Streymur kl. 18.30

Dómari: Eiler Rasmussen

B68: Petur Meinhard Magnussen - Niklas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen - Jóhan Petur Poulsen, Remi Langgaard, Ndende, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreasen, Keita

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Gudmund Nielsen, Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Brian Olsen, David Udsen - Arnbjørn Hansen