Undan dystinum á Toftum í kvøld móti KÍ, hevur B68 kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við tveir leikarar.
Talan er um 20-ára gamla André Olsen og 21-ára gamla Oddur Højgaard. Teir hava báðir verið ein partur av B68 liðnum, sum seinastu fýra árini hevur verið í bestu deildini. André Olsen er skrásettur fyri 76 dystir og 5 mál, meðan Oddur Højgaard er skrásettur fyri 45 dystir og 5 mál, skrivar heimasíðan hjá B68.
Teir hava skrivað sáttmála fyri kappingarárini 2012 og 2013.
André Olsen er álopskendur miðvallari og Oddur Højgaard er miðverji. B68 tekur í kvøld ímóti KÍ í landskappingini.










