B68 lá í bakhøvdinum

Hóast Fróði Benjaminsen, liðskipari hjá HB, staðfestir, at seinasti dysturin hjá HB, har teir lorkaðu ein sigur burtur, lá í bakhøvdinum, so megnaði HB at vinna, og hetta fegnast liðskiparin almikið um.

- Vit fóru fyri at fáa ein sigur, og tað megnaðu vit. Vit eru sera væl nøgdir við tað, og tað var ein sera javnur og stuttligur dystur, so eg rokni við at áskoðararnir hava hugnað sær, staðfesti Fróði Benjaminsen.

Sum oddalið í Føroyum hava gjørt síðan 2007, so tekur HB eisini ein dyst á gangin.

- Vit ætla at vera verandi har frammi, so leingi vit kunnu. Men vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, segði fegni Fróði Benjaminsen í gjár.