Tølini talaðu ímóti toftamonnum, tá ið teir seinnapartin fóru inn til Gøtu. Víkingur er topplið í næstbestu deildini, Víkingur hevði í tveimum teimum fyrru dystunum ímóti B68 fyrr í ár vunnið fulla úrtøku, og Víkingur hevði spælt trettan dystir á rað uttan at tapa.
At B68 fyri tveimum vikum síðani tapti 2-0 í Sørvági bar við sær, at tað av álvara var trýst á toftamonnum, tá ið teir fóru inn til Gøtu.
B68 megnaði sera væl at lofta sær, tí tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði B68 vunnið 3-1. Harvið er B68 framvegis á bronsuplássinum, sum við kappingarlok fer at bera beinleiðis uppflyting við sær.
Hálvleiksstøðan var 2-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki øktu toftamenn um leiðsluna til 3-0, áðrenn Víkingur níggju minuttir undan leikloki minkaði um munin til 3-1.
Tonni J. Thomsen, sum lærdi at spæla fótbólt í Víkingi og Sarpugerði og sum í fjør flutti út á Toftir at spæla, setti hol á, tá ið 24 minuttir vóru farnir. Hetta var fimta málið hjá 21 ára gamla Tonni Thomsen í ár.
Uppleggið átti vongverjin í høgru, Petur í Túni Petersen, og hann átti eisini uppleggið, tá ið Dávur Hansen í 33. minutti økti um munin til 2-0. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 23 ára gamla og evnaríka Dávuri Hansen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður.
21 ára gamli Petur í Túni Petersen úr Saltnesi spældi 2014 – 2017 við Víkingi, men síðani hevur hann aftur verið í barndómsfelagnum á Toftum.
Óli Højgaard Olsen økti um munin til 3-0, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Uppleggið átti Andri Benjaminsen. Hetta var sjeynda málið hjá Óla H. Olsen í ár.
Tá ið tað restaðu átta minuttir minkaði Martin Klein Joensen um munin til 3-1. Hann hevur skorað sjey mál fyri næstbesta liðið hjá Víkingi higartil í ár.
Um eina viku skal Víkingur spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur, ið á sama hátt sum B68 stríðist fyri at flyta upp, og B68 skal um eina viku spæla á útivølli ímóti B36.