Tað er eingin slingur í valsinum hjá argjamonnum, sum hava beina kós ímóti uppflyting. Í kvøld vann AB 4-0 á útivølli ímóti Suðringum. Sigurin ber við sær, at AB framvegis er topplið, og at AB ikki hevur tapt síðani 22. apríl. Síðani tá hevur AB vunnið átta dystir og spælt ein javnan.
B68 misti í dag týdningarmikið fet í strembanini eftir at vinna uppflyting. Tað var grannauppgerð við Løkin, og teir næstbestu hjá NSÍ vunnu 5-1. Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan 2-1, men so skrædnaði. Jann Martin Mortensen skoraði tvey av NSÍ málunum. Sigurin ber við sær, at NSÍ er á triðja plássi, og at B68 nú er á fjórða plássi og harvið undir plássunum, sum bera uppflyting við sær.
B68 er trý stig aftanfyri NSÍ, sum hevur væl betri málmun enn toftamenn.
KÍ vann í dag 2-1 í Gundadali ímóti B36. Úrslitið ber við sær, at klaksvíkingar eru á øðrum plássi, meðan B36 er næstniðast. Nú eru tað fýra stig fram til Suðringar, sum í vikuni vunnu trý stig, hóast teir í dag taptu ímóti AB.
Suðringar kærdu, tá ið teir høvdu tapt 4-1 í Fuglafirði. Kært varð um, at ÍF skuldi hava havt tveir spælarar á liðnum, ið ikki høvdu loyvi at spæla. Suðringar fingu viðhald í kæruni, og harvið varð úrslitið broytt til 3-0 til Suðringar.
Giza Hoyvík fór seinnapartin úr Fuglafirði við 6-0 sigri. Harvið er Giza Hoyvík fimm stig og væl betri málmun omanfyri strikuna.
ÍF-Giza Hoyvík 0-6 (0-3)
0-1: Niklas Fríði Jacobsen 20.
0-2: Hanus Thorleifsson 25.
0-3: Tróndur Arge 35.
0-4: Daniel Patrzalek Hansen 53.
0-5: Niklas Fríði Jacobsen 73.
0-6: Magnus Møller 78.
Reytt kort: Kenni Jensen, ÍF, 83. (tvey gul)
NSÍ-B68 5-1 (2-1)
1-0: Aron Knudsen 6.
1-1: Kristian Anton Andreassen 18.
2-1: Jann Martin Mortensen 24.
3-1: Petur Knudsen 68.
4-1: Jann Martin Knudsen 74.
5-1: Jann Benjaminsen 81.
B36-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 3.
1-1: sjálvmál 52.
1-2: Aksel B. Danielsen 82.
TB/FCS/Royn-AB 0-4 (0-1)
0-1: Bjarki Nielsen 42.
0-2: Bárður Olsen 53.
0-3: Mikkjal T. Hentze 62.
0-4: Jobin Drangastein 65.
Mikukvøldið
HB-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Rói av Fløtum 16.
1-1: Tonni Thomsen br 50.
Støðan eftir fjúrtan umfør
AB 31 stig
KÍ 30 stig
NSÍ 26 stig
B68 23 stig
HB 21 stig
Víkingur 21 stig
Giza Hoyvík 17 stig
TB/FCS/Royn 16 stig
ÍF 0 stig
Fimtanda umfar
Leygardagin 22. juli
Víkingur-B36
B68-TB/FCS/Royn
HB-ÍF
AB-Giza Hoyvík
KÍ-NSÍ (31. juli)