B68 keypir stórskjútta

Toftamenn hava skrivað sáttmála við hann, sum í 2019 var toppskjútti í Gambia

Ein spælari aftrat eg lagstur aftrat hópinum hjá B68.

 

Í dag skrivar B68, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Samba, sum í eina tíð hevur royndarvant á Svangaskarði.

 

B68 skrivar soleiðis:

 

Samba er úr Gambia og hevur umboðað U17, U20 og U23 landsliðini.

 

Í 2019 gjørdist hann topskjútti í bestu deildini í Gambia, skrivar B68.

 

 

 

Í trimum teimum fyrstu umførunum hava úrslitini hjá B68 verið

 

B36 – B68 4-1

 

B68 – Skála 2-2

 

NSÍ – B68 0-2

 

B68 málskjúttar higartil: Sebastian Lau Nielsen 4 mál og Steffan A. Løkin 1 mál.

 

Næsti dystur hjá B68 verður leygardagin 2. apríl, tá ið HB verður gestur á Svangaskarði.