B68 hevur havt rættuliga blíðan byr nógvu tey seinastu umførini. Í morgin fer B68 til Miðvágs, og ivaleyst fer nógv fólk av Toftum og í undir Vestmannasund. B68 hevur bara tapt eina ferð í landskappingini í ár. Tað var júst ímóti FS Vágum, sum fór av Svangaskarði við 1?0 sigri. Tað tapið svíður serliga meint, nú B68 hevur lagt seg út í kappingina um meistaraskapin.
Hjá B68 er Øssur Jacobsen leikbannaður, tí hann hevur fingið trý gul kort. Súni Fríði Johannesen hevur ikki vant í hesi vikuni, og hann verður neyvan við í morgin. Tíðliga í uppgerðini ímóti KÍ dragnaði okkurt í lærinum, og síðani hevur tað ikki borið til hjá honum at venja.
Hjá FS Vágum eru tveir farnir burtur av síðani dygga smeitin á Eiði, har FSV hevði verið frammanfyri, men kortini tapti 4?2. Hannus Olsen hevur brákað rivjabein, og Silva hevur koykt fótin so mikið illa, at tað er mest sannlíkt, at hann ikki verður við ímóti B68.
Vlad Osipov og Bjarni Prior vóru leikbannaðir, tá ið FSV var á Eiði, men teir eru tøkir hesa ferð, og ivaleyst fara teir báðir at spæla við.
? Vit eru fult greiðir yvir, at tað verður rættuliga torført. Umvit skulu hugsa um meistaraheitið, so hava vit ikki ráð at missa nakað sum helst. Hetta eru vit greiðir yvir. Vit taka ein dyst í senn, og vit fara eftir øllum stigunum, men vit vita væl, at tað kann taka seg upp á so ymiskar mátar, siga teir á Toftum.