B68 kapping fyri tey yngru

Fótbóltur: Um vikuskiftið skipar B68 fyri fótbóltskapping fyri yngru deildirnar. Kappingin verður í høllini í Runavík og ber heitið Shell Cup

Komandi vikuskifti skipar B68 fyri innandura kapping í ítróttarhøllini í Runavík. Talan er um kapping fyri yngru deildirnar, sum verður nevnd Shell Cup, tí tað er Shell, sum stuðlar toftamonnum, m.a. við at lata heiðursmerkir til trý tey bestu liðini í hvørjari kapping.

Hjá dreingjunum skulu pinkulingar (føddir í 1992 og seinni enn tað) kappast fyri seg, smápiltarnir eru frá 1990 og 1991, piltarnir frá 1988 og 1989, smádreingirnir frá 1986 og 1987 og dreingirnir, sum eru føddir í 1984 og 1985, fara at kappast fyri seg.

Yngstu gentukappingin verður ímillum tær, sum eru føddar í 1990 og seinni enn tað. Tær, sum eru føddar í 1988 og í 1989 kappast fyri seg,, og hinar báðu kappingarnar verða ímillum tær, sum eru føddar í 1986 og í 1987 og tær, sum eru føddar í 1983?1985.

Frá B68 verður upplýst, at tað ber til at boða frá luttøku í kvøld og í annaðkvøld ímillum klokkan 19 og 21 á telefon 44 86 49 og 44 87 48. Liðini skulu hava ordulig fótbóltsnøvn, og á hvørjum liðnum verða fimm spælarar ? ein málverji og fýra útispælarar. Hvørt liðið hevur loyvi at hava ein skiftisspælara.