B68 kann seta keðiligt met

Toftamenn seta keðiligt met, um teir ikki vinna ímóti NSÍ leygardagin

Tá ið B68 í ár flutti upp úr 1. deild í Effodeildina vóru nógv, ið spáddu, at toftamenn fóru at flyta niður aftur í næstbestu deildina. Soleiðis hevur gongdin verið tey seinastu árini, har B68 er blivið kent sum eitt lið, ið  flytur upp í bestu deildina fyri síðani at flyta niður aftur. Bæði í 2012, 2014 og í ár flytur B68 niður í 1. deild. Felags fyri kappingarárini 2014 og 2016 er, at í hesum árunum fluttu toftamenn niður úr Effodeildini eftir uppflyting úr 1. deild árið fyri.

 

Kortini vóru tað helst ikki nógv, sum høvdu spátt, at tað ikki fór at eydnast B68 at vinna ein einasta dyst í hesum kappingarárinum. Eftir 26 umførum er veruleikin tó tann, at B68 hevur ongan sigur at breggja sær av. Higartil hava toftamenn spælt sjey javnleikir og tapt hinar 19 dystirnar.

 

Síðani besta deildin fór at fevna um 27 umfør er tað ongantíð hent seg, at eitt lið er farið ígjøgnum eitt heilt kappingarár uttan ein einasta sigur. Og vit skulu heilt aftur til 1989 fyri at finna eitt lið í bestu deildini, ið ikki megnaði at vinna nakran dyst alt kappingarárið. Tá var tað táverandi felagið í Leirvík, LÍF, sum hetta árið spældi tríggjar javnleikir og taptu hinar 15 í landskappingini, sum tá fevndi um 18 umfør.

 

Leygardagin fáa toftamenn tó ein síðsta møguleika at sleppa undan at seta hetta keðiliga metið í nýggjari, føroyskari fótbóltssøgu. Mótstøðan verður tó alt annað enn løtt, tí at tað verða grannarnir úr NSÍ, sum vinna bronsuheiðursmerki í ár, ið koma á vitjan á Svangaskarði. 

 

Undanfarnu tveir dystirnir ímillum NSÍ og B68 hetta kappingarárið eru endaðir 5-0 og 2-1 til NSÍ. Áhugavert við hesum síðsta dystinum er, at málslúkurin hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, hevur møguleika at blíva fyrsti leikarin, sum megnar at skora yvir 22 mál upp á eitt heilt kappingarár, ið fevnir um 27 umfør.

 

Les eisini: Eingin er farin upp um 22 mál

 

Seinast B68 yvirlivdi í Effodeildini var í 2011, tá ið toftamenn endaðu nummar seks við 32 stigum. 

 

Kelda: Faroe Soccer.