B68 kann læra av gøtumonnum

At tað ber til at venda soltnu gongdini higartil hjá B68 uttan stórvegis útskiftingar, er gongdin hjá GÍ higartil í ár gott dømi um


Tað stendur einki til á Svangaskarði. Úrtøkan burtur úr fyrsta triðinginum av kappingini var fimm stig. Eitt av teimum varð vunnið, tá ið GÍ í 2. umfari vitjaði, og úrslitið gjørdist 1-1. Um B68 úrtøkan í tveimum teimum síðstu triðingunum ikki verður betri, enn hon var í fyrsta triðinginum, og um sammett verður við gongdina í bestu deildini í fjør, so er eingin ivi um, at B68 fer at flyta niður.
                      Á Toftum siga teir seg ikki hava mist mótið. Teir halda, at hugburðurin og avrikini hava verið á rættari leið seinastu ferðirnar, hóast talan hevur verið um tepur tap á heimavølli móti HB og á Skála.
                      B68 saknar fleiri spælarar hesa ferð. Arnbjørn Danielsen, Alex Troleis og Magnus Jakobsen eru skaddir, Øssur Hansen verður burturstaddur inntil fyrst í næstu viku, og Ralph van Dooren er leikbannaður.
                      Gestirnir á Svangaskarði 2. hvítusunnudag, GÍ, eru gott dømi um, at tað ber til at venda gongdini, hóast talan ikki er um stórar útskiftingar. Í fjør hekk GÍ í vatnskorpuni. Í ár eru teir við umleið sama fólkinum við í FM kappingini. Orkan er størri, og hugburðurin er betri.
                      GÍ hevur fingið stig seks tær seinastu ferðirnar. B68 hevur einki stig fingið seks tær seinastu ferðirnar.
                      Hjá GÍ er Símun Louis Jacobsen leikbannaður, og Hans Pauli Petersen og Poul Ennigarð eru framvegis langtíðarskaddir. Í landskappingardystinum móti VB/Sumba sunnudagin vóru fleiri skiftingar gjørdar, um sammett verður við fjórðingsfinaluna móti KÍ hósdagin í síðstu viku. Tað ber boð um, at kappingin er stór um plássini.