##med2##
Ikki so fáir fótbóltsviðmerkjarar hava peikað á KÍ sum tann fremsta FM-favorittin hetta kappingarárið.
KÍ livdi fult upp til hetta í fyrsta dystinum í ár, tá teir vunnu stórsigur 4-0 á B68 á Svangaskarði á Toftum.
B68 gjørdi sjálvmál tíðliga í dystinum, og áðrenn ein tími var farin hevði KÍ eina 4-0 leiðslu.
B68 – KÍ 0-4 (0-2)
0-1: sjálvmál 8.
0-2: Jóannes Bjartalíð 37.
0-3: Heini Vatnsdal 50.
0-4: Páll A. Klettskarð 57.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum fýra málunum. Fróði Johannesen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðformannin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen sum er fegin um, at KÍ slapp væl frá landi við einum stórsigri.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðformannin hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen sum heldur, at hóast stórtapið so arbeiddu spælararnir hjá B68 væl, men teir mugu læra at samskifta betur so sleppast kann undan misskiljingum í avgerandi støðum.
4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Fróða Johannesen taka samanum ein fult uppibornan 4-0 sigur til KÍ. Fróði heldur tó, at B68 avgjørt hevur ein møguleika at yvirliva í Betrideildini hetta kappingarárið.