2. deild
Frá flestu síðum varð sagt, at talan var um avgreiðsluspurning, tá B68 í seinasta umfarinum tók ímóti longu niðurflutta GÍ. Sjálvir vildu toftamenn tó ikki hoyra nakað tos av slíkum slag, og undan dystinum ávaraði venjarin eisini ímóti, at spælarar kundu taka ov lætt upp á uppgávuna.
Men tá alt kom til stykkis, so var eingin trupulleiki. Ikki bara vann b68 ein knúsandi tryggan sigur á GÍ. Argastu kappingarneytarnir hjá toftamonnum, B71, megnaði ikki at seta seg nóg væl upp, tá teir vitjaðu í Hvalba, og so vann heimaliðið tryggan 4-0 sigur í teirri uppgerðini.
Aðrastaðni kring landið tyrggjaði FS Vágar sær bronsuna, tá teir vitjaðu hjá B36. Og so hjálpti tað lítið hjá AB, at teir vunnu stórsigur á Sumba.
Størsti dramatikkurin var tó í Leirvík, har dysturin varð avblástur. Eftir samanstoytt fall ein av spælarum hjá HB í óvit, og ikki bar til at fáa nakað lívstekin frá honum í drúgva tíð. At enda kom sjúkrabilur á staðið, men tá vóru bæði við- og mótspælarar somikið skelkaðir, at dómarin ivaðist ikki í avgerðina um at blása dystin av. Tapið hjá B36 ber tó við sær, at úrslitið av hesum dysti bert hevur kosmetiskan týdning.
Úrslitini:
B68-GÍ 8-1
AB-Sumba 7-1
B36-FSV 02
Royn-B71 4-0
LÍF-HB úsettur