Um teir á Toftum í summarsteðginum iðra seg um, at teir ikki eru oddalið í bestu deildini, so er tað væl skiljandi. B68 hevði sunnudagin møguleika til sum fyrsta liðið á árinum at fáa, so plaga danir at taka til, skovlin undir HB í Gundadali. B68 megnaði at skelka HB, men so spiltu toftamenn seg burtur. Teir vórðu undirmannaðir, og orkan, sum orsaka av nógvu dystunum seinastu tíðina, ikki var so stór, gekk undan. Tað hevði við sær, at sera væl skipaða verjuspælið, sum B68 megnaði fyrra umfarið, ikki hekk so væl saman. Eftiransingarnar vóru ikki tær, sum tær høvdu verið, og so dusaðu HB menninir, sum vóru tolnir, sær og skoraðu trý mál.
HB hevði annars havt merkiliga torført við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar í 1. hálvleiki. Í fyrsta álopinum vóru teir ágangandi, men so var leingi lítil broddur í. B68 kom á odda í 14. minutti. Horna úr høgru og innlegg frá Arnoldi Joensen endaði við, at dómarin helt Hans á Lag hava rent Anders Nygaard um koll, og Øssur Hansen smekkaði úr ellivu metrum og upp í nettakið.
So vóru fyritreytirnar hjá B68 framúr, og toftamenn dugdu væl. Teir tóktust einki hava ímóti, at HB hevði bóltin mesta partin av tíðini. Heimamenninir megnaðu ikki at bróta ígjøgnum í borðunum, og Andrew av Fløtum og Jón Rói Jacobsen fingu ikki fløtu stikkbóltarnar, sum plaga at hava vandamiklar støður við sær. Í staðin varð talan um lítla ferð og bóltflytingar aftur og fram á miðvøllinum.
Hetta hóvaði B68 væl. Frammi á vøllinum høvdu teir Øssur Hansen og Anders Nygaard, sum hvør í sínum lagi megnaðu at leggja trýst á HB verjuna, tá bólturin kom fram á vøllin, og spurningurin er, hvussu dysturin hevði tikið seg upp, um Øssur Hansen eftir 20 minuttir hevði havt hepnið við sær. Eftir langt útspark frá væl spælandi B68 málverjanum kloddaði HB miðverjan orduliga. Bólturin endaði hjá púra blanka Øssuri, sum einar ellivu metrar úr málinum og eitt sindur til vinstru smekkaði til. Bólturin brast í handara stólpan og kitlaði hin stólpan, áðrenn hann fór út til innkast.
2?0 til B68 í Gundadali hevði kanska havt við sær, at summarstøðan í 1. deild hevði verið ein onnur, enn hon nú er.
Men so var tað, at B68 spilti spælið fyri seg sjálvt. Í samanbresti millum Fróða Benjaminsen og Rógva Jacobsen metti dómarin, at Fróði skuldi sektast. Tað vóru toftamenn ikki blíðir um, og Fríðin Ziskason leyp framav og tiltuskaði sær gula kortið. Fríðin stríddist væl á miðvøllinum, men tá spælið hjá honum er soleiðis, at hann ofta fær gult kort fyri takklingar kundi roknast við, at hann fór at fáa eitt gult kort afturat, og tað fekk hann stutt undan hvíldini, og harvið hevði B68 givið HB møguleikan at sleppa upp í part aftur.
At heimaliðið ikki var púra eiðasørt gav Rúni Nolsøe ábending um í 25. minutti, tá hann úr seytjan metrum sendi flatt eitt sindur úr høgru og í handara stólpan.
Marginalirnir
Tá liðini komu aftur á vøllin, bendi B68 umskipingin á, at tað ráddi um at verja leiðsluna. Jan Petersen var eyka miðverji, Bogi Petersen vongverji og Øssur Hansen var miðvallari.
HB royndi at leggja trýst á, og tað tóktist vera ein spurningur um tíð, áðrenn tað skuldi eydnast teimum at fáa møguleikan at javna. Men bæði tá tað eydnaðist teimum at javna, og tá teir komu framum 2?1, høvdu teir dómaratekki. Í fyrra førinum hildu toftamenn seg eiga innkast í vinstru, eftir at John Heri Dam varð steðgaður í roynd at fara framvið Hans á Lag. Alt B68 liðið var á veg fram, tá linjudómarin segði, at HB átti innkastið. Tór?Ingar Akselsen, sum í 2. hálvleiki var meiri eyðsýndur, streyk til baklinjuna, og altíð vandamikli Jón Rói Jacobsen kom framum miðverjuna og stýrdi flata innlegginum í málið.
Jón Rói var eisini meistari fyri leiðslumálinum. Hans á Lag sendi langt fram eftir miðásinum, HB unglingaspælarin og B68 málverjin brustu saman, dómarin bríkslaði, og so rullaði bólturin síðstu átta metrarnar og inn um strikuna. Kropsburðurin og peikingin hjá dómaranum tóktust siga, at hann hevði bríkslað fyri frísparki til B68 ella kanska brotssparki, men tá HB spælararnir eina løtu høvdu fegnast um leiðslumálið frammanfyri sínum áskoðarum og hjálpardómaranum, fór dómarin í lumman og skrásetti 2?1 til HB. Í hesum førinum var torført at fylgja handfaringini hjá dómaranum av ásetingunum.
Troyttu toftamenninir góvu skarvin yvir, HB hevði nógv pláss og dusaði sær, og 3?1 málið var nátúrlig fylgja av gongdini. Aftur hesa ferð kom innleggið úr høgru, og undir málinum stóðu tveir ella tríggir stríputir spælarar í bíðirøð. Hans á Lag stútaði, og harvið var tað rudduliga staðfest, at HB er oddalið.
Toftamenn høvdu sína vitjunartíð. Teir vóru óhepnir, tá Øssur Hansen hevði møguleikan at økja til 2?0, og teir spiltu seg burtur, tá teir mistu ein mann. HB tók av, tá teir fingu møguleikan. Teir vunnu aftur í Gundadali, og nú verður eyka hugaligt hjá teimum at fyrireika seg til ólavsøkuna.
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
B68: Michael Kokoszanek ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Bogi Petersen, Fróði Benjaminsen, Fríðin Ziskason ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen