B68 hevur lagt seg framum

Oyggjauppgerðin á Svangaskarði millum B68 og Víking var eitt korter seinkað.

Tað hevur verið tætt og spennandi. Víkingur legði bragdligari fyri, og teir høvdu onkran góðan møguleika. Eitt nú tá ið Andrias Lava Olsen eftir gjøgnumbrot í høgru legði flatt innfyri, men undir málinum vóru víkingarnir akkurát ov stuttir at stýra bóltin í málið.

Seinna partin av 1. hálvleiki menti heimaliðið seg nógv, og tað vóru støður, har B68 kundi havt skorað.

Tríggjar minuttir fyri hálvleik legði B68 seg á odda. Málskjútti var miðvallarin Jann Ingi Petersen, sum umsetti brotsspark til mál.