Botnstríðið hevur fingið eina nýggja dimensión. B68 kærdi í gjár AB fyri FSF. Kæran snýr seg um Dimitrije Jankovic, ið B68 meinar hevur spælt uttan uppihaldsloyvi.
Aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro, váttar fyri in.fo, at FSF hevur móttikið eina kæru frá B68 um hetta mál.
- Partarnir hava nú fimm dagar at greiða frá síni støðu, og síðani verður málið sent til Aganevndina, sigur Virgar Hvidbro.
Virgar Hvidbro sigur, at so vítt hann veit, hevur einki líknandi mál verið fyri í Føroyum. Hann sigur eisini, at í tílíkum førum, tá einki fordømi er í Føroyum, verður ofta hugt til grannalondini, og hvussu fótbóltssambondini har hava handfarið líknandi mál.
Eftir tí in.fo hevur funnið fram, so eru tílík mál í Danmark revsað við bót, meðan í Noregi hevur verið revsað bæði við at missa stig og við at geva bót.
Virgar Hvidbro sigur, at Aganevndin hevur vanliga freist upp á tvær vikur, til at viðgera tílík mál, men at hon kann biðja um longda freist. Við tað, at hetta er mitt í summarferiu, er væl hugsandi, at málið fer at taka longri tíð at viðgera.