B68 hevur aftur veriÝ í Brasilia

B68 vónar, at nýggi álopsspælarin úr Brasilia skal skjóta málini, sum taÝ higartil ikki hevur eydnast at fingiÝ. EB/Streymur hevur ongantíÝ vunniÝ á heimavølli ímóti B68

SíÝsta sunnudag fekk B68 fyrsta stigiÝ í ár. Tá iÝ teir í morgin fara á Mølina, hava teir hagtølini viÝ sær soleiÝis at skilja, at tær fýra ferÝirnar, tá iÝ teir hava spælt í landskappingini á EiÝi, eru teir hvørja ferÝ farnir til hús aftur viÝ onkrum. Tríggjar ferÝir hevur taÝ veriÝ javnt, og í 2001 vunnu toftamenn.
Trygvi Mortensen, sum nú venur B68, hevur áÝur veriÝ venjari hjá EB/Streymi. TaÝ er greitt, at bulgarski álopsspælarin, Stanislav Stankov, sum hevur veriÝ vøddaskaddur, verÝur viÝ í morgin. Stóri spurningurin á SvangaskarÝi er, um taÝ fer at eydnast at fáa brasiliumannin Castilho Cardena Anderson á liÝiÝ í morgin. 22 ára gamli framrættaÝi spælarin kom til Toftir í fyrradagin. Hann vandi í fyrrakvøldiÝ og tóktist hava nakaÝ av tí, sum B68 hevur saknaÝ mest av øllum í ár. Á middegi í gjár vóru loyvini ikki komin upp á pláss, men í B68 vónaÝu teir taÝ besta.
Nýggi maÝurin, sum verÝur sagdur at vera skjótur og málsøkin, hevur spælt í Belgia. Inntil síÝsta summar spældi hann viÝ FCGeel í bestu og næstbestu deildini. SíÝani síÝsta summar hevur hann veriÝ í Brasilia. TaÝ er Jákup í Stórustovu, sum hevur hjálpt til viÝ tí praktiska at fáa brasiliumannin til Toftir.
Bogi Petersen og Mortan Hansen eru rættuliga ivasamir hjá B68. Jákup Eli Olsen, sum hevur veriÝ skaddur, vandi fyrstu ferÝ aftur hóskvøldiÝ, og Herbert í Lon Jacobsen, sum var leikbannaÝur ímóti ÍF, er tøkur aftur.

Gongur rætta vegin
Hjá EB/Streymi hava skaÝar plágaÝ nógv taÝ, sum er fariÝ av hesum kappingarárinum. Nú tykist taÝ ganga rætta vegin. Í gjár roknaÝu teir kortini fyri vist, at Pacek verÝur ikki viÝ í morgin. Hann er framvegis skaddur. Umframt hann er einasta ivamáliÝ Hans Pauli Samuelsen, sum ikki hevur veriÝ førur fyri at venja hundraÝ prosent í vikuni. Teir vóna kortini, at hann verÝur førur fyri at spæla.
FróÝi Clementsen var sjúkur seinast. Hann hevur vant í vikuni og er tøkur. Marni Djurhuus og Nicu Dogaru hava veriÝ skaÝaplágaÝir. Teir vórÝu báÝir skiftir inn ímóti NSÍ. Nú verÝa teir mettir at vera so mikiÝ væl fyri, at teir kunnu vera viÝ í kappingini um tey fyrstu ellivu plássini.