Hóast B68 bert hevði tveir javnleikir og 13 tap í 15 dystum, so eydnaðist tað eykamonnunum hjá B68 at halda TB frá fatinum í nærum ein heilan dyst, tá liðini møttust á Sevmýru í dag.
Ikki fyrr enn 84 minuttir vóru farnir eydnaðist tað Gunleifi Olsen at tryggja TB øll trý stigini, og harvið eisini fyrsta plássið í næstbestu fótbóltsdeildini. Tvørámenn eru nú eitt stig omanfyri KÍ og tvey stig omanfyri 07 Vestur.
Á ovara vølli í Gundadali møttust næstbestu liðini hjá HB og NSÍ. Longu tá eitt korter var farið var HB á odda 2-0 við málum, sum Svenn Fuglø Jacobsen og Bárður Mortanson skoraðu. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Levi Hanssen til 3-0, og tað sá út til, at HB fór at vinna ein tryggan sigur.
Men so gjørdi NSÍ ein veruligan ?Liverpool?. Tá ein tími var farin minkaði Per Langgaard um munin til 1-3. Bert tveir minuttir seinni skoraði Andrias á Líknargøtu til 2-3, og alt var opið aftur. Tá 71 minuttir vóru farnir hevði HB mist tryggu leiðsluna, tí tá javnaði Filip E. Jacobsen til 3-3, sum gjørdist endaliga úrslitið. NSÍ er tó enn í stórum niðurflytingarvanda, sum stigatalvan eisini vísir, men HB hevði fingið veruligt samband við oddaliðini, um teir høvdu hildið fast við tryggu leiðsluna.
Støðan í 1. deild :
1 TB 17 32
2 KÍ 16 31
-------------
3 07 Vestur 16 30
4 HB 17 26
5 Víkingur 16 25
6 EB/Streymur 16 23
7 NSÍ 16 19
8 AB 16 19
-------------
9 FC Hoyvík 16 17
10 B68 16 2