Í ár eru 40 ár liðin síðani Tofta Ítróttarfelag, B68, varð sett á stovn. Í hesum sambandi heldur felagið rimmar føðingardagsveitslu leygardagin Hetta er eisini dagurin, har seinasta umfarið í Formula-deildini verður leikt.
Frammundan kappingini varð liðið hjá toftamonnum mett sum ein av niðurflytingarkandidatunum, og tá fyrra helvt av kappingini var av, sá heldur ikki serliga gott út. Men B68 er komið sera væl við í seinnu helvt, liggur á einum 6. plássi og hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær framhaldandi luttøku í Formula-deildini.
Eisini næstbesta liðið hevur yvirlivað í 1. deild, so nógv er at hátíðarhalda hjá toftafólki. Sagt verður av Toftum, at nógv spennandi undirhald er á skránni undir borðhaldinum, sum verður í nýggju og snotiligu fimleikarhøllini í Tofta skúla, og seinni er dansur við X-Rays á Svangaskarði. Atgongumerki kunnu keypast í Kioskini við Toftagjógv, hjá Pidda og á Svangaskarði. Seinasta freist er týsdagin 21. oktober.