B68 vann øll stigini, tá ið teir á Svangaskarði høvdu vitjan av FSV04. Vágamenn settu hol á eftir hálvan tíma. Brotssparkið umsetti pólverski Andrzej til mál. Í síðstu løtu undan steðginum javnaði B68. Málið skoraði Jósup Henriksen. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Dánial Hansen sigursmálið fyri B68.
Síðstu minuttirnar vóru bara tíggju B68 spælarar á vøllinum. Kári Hansen sá gult í 85. og aftur í 88. minutti.










