B68 greiddi aftur javnleik í Reykjavík

Í dag var tað í Egilshøllini ímóti Fjölnir, sum spælir í bestu deildini

Í gjárkvøldið var úrslitið 1-1, tá ið B68 spældi venjingardyst í Reykjavík ímóti Fram, sum er í næstbestu deildini. Tann dystsurin varð spældur uttandura og á graslíkisvølli.

Seinnapartin í dag vóru toftamenn aftur í eldinum í Reykjavík. Hesaferð var tað í Egilshøllini, har mótstøðuliðið var Fjölnir, sum spælir í bestu deildini.

Eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 2-0. Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Óli Højgaard Olsen um munin, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru. Fimm minuttir undan dystarenda javnaði B68 til 2-2, og aftur hesaferð var tað Óli Højgaard Olsen, sum var málskjútti, tá ið hann umsetti brotspark til mál.

 

B68 liðið var soleiðis mannað í Reykjavík í dag: Fríði Sigurðsson – Niklas Poulsen, Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Albert Johannesen – Leivur Højgaard, Petro, Esmar Clementsen, Otto Reinert Petersen – Jóhannus Hansen, Martin Olsen

Beinanvegin eftir steðgin loysti Ragnar Lindhold av millum stólparnar. Hinir, sum vóru innskiftir eftir steðgin vóru Bergur Johannesen, Michal, Kristian Anton Andreasen, Búi í Hjøllum og Carlos.