Fótbóltur
Í góðveðrinum á Svangaskarði 2. hvítusunnudag var fótbóltsspælið einki at rópa hurrá fyri. Serliga í 1. hálvleiki var spælið ? ikki minst hjá heimaliðnum ? sera illa skipað. Bóltførleikin var eyðsýniliga lítið neyvur, sendingarnar vóru ofta skeivar, og spælararnir fluttu seg so mikið fyri hvørjum øðrum, at hann við bóltinum nógv oftast bara hevði ein og viðhvørt ongan upplagdan møguleika.
B68 vann 2?1, og tað var einki at siga til sigurin. Fyrra partin av seinna umfarinum vóru teir greitt omaná. Møguleikar stóðust undir málinum, eftir uppspæl í báðum borðunum. Eftir flata innleggið frá John Hera Dam úr vinstru og útfrá, kom ein verjuspælari ímillum, áðrenn Jann Ingi Petersen kundi skjóta, og John Heri sendi úr góiðari støðu uppum við kalda høgra beininum, tá Arnold Joensen hevði lagt út frá baklinjuni í høgru.
Gylti møguleikin
EB/Streymur legði bragdliga fyri, og stóran part av fyrra umfarinum vóru tað gestirnir, sum spældu fyrstu violin mitt á miðvøllinum. Ronnie Samuelsen var besti sentrali miðvallarin, og onkra ferðina var um reppið, at hann spældi Sorin Anghel leysan.
Rumenski álopsspælarin fekk gyltan møguleika, tá fimm minuttir vóru farnir. Eitt sindur frammanfyri miðstrikuna kom hann ímillum ónevyt B68 uppspæl, hann sneiddi framvið tveimum, Hans Fróði Hansen var óheppin og datt, og tá Sorin Anghel kom á brotsteigarmarkið, smekkaði hann til, og bólturin fór langt omanfyri.
B68 fólkið dróg andan lættari, og gestirnir á og kring vøllin iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál og harvið at broyta fyritreytirnar fyri dystinum fullkomuliga.
Øssur fyri seg sjálvan
Øssur Hansen var í vinstra álopsborði hjá B68. Hann var nógv tann eyðsýndasti maðurin á vøllinum. Hann hevði bóltførleikan, sum teir flestu restaðu, hann hevði sjálvsálit, og hann hevði dirvi og tyngdina, sum skal til, tá ein og tveir spælarar skulu leggjast afturum.
Øssur skoraði til 1?0 upp á fyrsta møguleikan, sum fall heimaliðnum í lut ? um tað bar til at kalla tað fyri møguleika. Tíggju minuttir vóru farnir, tá Jan Petersen, sum hesa ferð var aftastur í trímansverju, legði fríspark úr høgru og innfyri brotsteigin. Anders Nygaard sneiddi við høvdinum í brotsteigin, og so kiksaði hjá EB/Streymi. Knút Vesturtún, Hallur Jacobsen og Christian Calrsson megnaðu fyri tað mesta at halda B68 frá fatinum, men hesa ferð stóðu teir saman við hinum og hugdu at, meðan Øssur Hansen tamdi og mitt fyri málinum potaði framvið sakarleysa og annars trygga Gunnari á Steig.
Kanska kundi roknast við, at málið fór at loysa upp, so heimaliðið fór at spæla meiri frígjørt, men tað gjørdu teir ikki. Hóast Fróði Benjaminsen ikki enn á ár hevur verið á støðinum, sum í fjør gjørdi, at hann varð nátúrligt var til ársins spælara, so var tað týðuligt, at hann var leikbannaður hesa ferð.
Gloymdu kuldan
Eftir steðgin var heimaliðið omaná. Bogi Petersen stóð seg væl, tá hann kom inn á miðvøllin, og hann var við í uppspælinum, tá B68 miðskeiðis í 2. hálvleiki økti til 2?0. Bogi spældi Arnold Joensen í høgru, Arnold sendi flatt í brotsteigin, Jann Ingi Petersen leyp upp um bóltin, og so var Anders Nygaard á rætta staðnum røttu løtuna. Úr heilt stuttari fjarstøðu stýrdi hann bóltinum í málið.
So var tað, at B68 hevði yvirvág og kundi havt skorað fleiri mál. Tað gjørdu teir ikki. Sorin Anghel var farin av vøllinum, tá EB/Streymur fimm minuttir undan leikloki minkaði um munin. Eftir uppspæl í høgru endaði bólturin hjá liðformanninum Ronnie Samuelsen. Bólturin stiklaði eina ferð, og so smekkaði Ronnie til úr 20 metrum. Klassamálverjin Michal Kokoszanek tveitti seg í fullari longd, men tað sang í netinum, og so kendist tað, sum um toftamenninir vóru eitt sindur strongdir. Góðveðrið var avloyst av gráum og ráðum veðri, men báðu megin vøllin vóru áskoðararnir so mikið spentir, at teir ikki tóktust leggja kuldan til merkis.
Kortini gjørdist tað ongantíð rættuliga vandamikið.
Hóast talan á ongan hátt var um ófantaligt spæl ? tað var dysturin fyri tað mesta ov dovin til ? so var gula kortið fimm ferðir á lofti. Tað var hugvekjandi. Mitt í 2. hálvleiki kom Fríðin Ziskason fyri fyrstu ferð inn á B68 liðið. Hann varð skiftur inn á ytsta miðvallarplássið í vinstru og ikki mitt á miðvøllin, har hann heilt víst hevði gjørt størri nyttu, tá tað skuldi stríðast fyri stigunum.
Dysturin í tølum
B68-EB/Streymur 2-1 (1-0)
1-0: Øssur Hansen 12
2-0: Andreas Nygaard 67
2-1: Ronnie Samuelsen 84
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Michal Kokoszanek ? Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Messias Perreira ? Marlon Joreg, Jann Ingi Petersen, Oleif Joensen, John Heri Dam ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút Vesturtún, Christian Carlsson, Alfred Jacobsen ? Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Andrzej Pacek, Sorin Anghel