Burtursæð frá síðani 1997, tá B36 vann FM, hevur havnarliðið ongantíð staðið seg nakað serligt á Svangaskarði. Fyrsta løtan sunnudagin boðaði ikki frá, at tað skuldi vera nakað serligt.
B36 tapti, men tað gjørdist ikki tað sorlið, sum B68 tóktist ætla sær fyrstu løtuna. Tá vóru teir á heimaliðnum ágangandi, og teir fingu fult burturúr móti einari tøvandi og skinklutari verju.
Tað gekk skjótt at fáa trý mál. Marcello Marcelino gjørdist púra leysur og skoraði, eftir at Egil Zachariasen (tað kennist rangvørt, at hann skal spæla so aftarlaga) heilkiksaði.
Næsta málið var eitt av tí slagnum, sum tað altíð fara at verða ymsar áskoðanir um. Báðir álopsmenninir hjá B68 vóru í rangstøðu, tá bólturin varð sendur fram eftir miðásinum. B36 verjan roknaði við, at dómarin fór at bríksla, men tá hvørgin B68 maðurin tóktist áhugaður í bóltinum, tagdi dómarin, og so streyk Fróði Benjaminsen avstað og setti framvið sakleysa málverjanum.
Triðja B68 málið var sera vakurt og boðaði frá uppaftur fleiri. Eftir at bólttryggu veruspælararnir høvdu spælt væl og leingi saman, setti Jan Petersen ferð á í høgru, Marcello Marcolino legði innfyri, og Súni Fríði Johannesen var púra leysur mitt fyri málinum, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum í kassan.
24 minuttir vóru farnir, og gongdin bendi á stórsigur. Men lukkutíð fyri B36 minkaðu teir um munin í sama minutti. Rangstøðan hjá B68 kiksaði, og Jákup á Borg, sum kom ígjøgnum eitt sindur til høgru, har B68 tóktist tunnligt, skoraði.
Tá tað var 2?0 varð John Petersen togaður niður í brotsteiginum. Einki hoyrdist frá dómaranum, men hann var skjótur, tá uppspæl í vinstru endaði við, at John Petersen lá flatur. Magnus Poulsen hevði hondina á skotinum hjá John Petersen, sum var liðformaður, men bólturin smeyg sær um linjuna.
Í løtum í 1. hálvleiki hekk tað hampuliga saman ? serliga hjá heimaliðnum fyrra partin av umfarinum. Eftir steðgin var lítið av samanhangandi fótbóltsspæli. B36 flutti nógv fólk fram, men einki spurdist burturúr.
B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Fróði Benjaminsen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes ? Marcello Marcolino, Súni Fríði Johannesen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Carl H. Høgnesen, Herbert í Lon Jacobsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen, Håkan Lunnholm ? Jan Guttesen, Mikkjal Thomassen, Magni á Lakjuni ? John Petersen, Jákup á Borg
jh










