B68 hevur gjørt avtalur við tríggjar ungar spælarar í felagnum. Hesar avtalur eru galdandi fyri kappingarárini 2008 og 2009. Leikararnir, sum tað snýr seg um, eru Remi Langgaard, Emil Olsen og Jonleif Højgaard.
- Hetta eru tríggjir evnaríkir ungir leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum og sum vit vænta okkum nógv av, sigur Jógvan Højgaard, nevndarformaður.










