B68 framvegis í oddinum

B68 hevur fingið eina frálíka byrjan upp á seinnu hálvu, eftir at teir í dag hava vunnið 2-4 á KÍ í Klaksvík.

Heimaliðið hevði enn tá styrkt seg við Toda Jónsson, Atla Danielsen og Páll Klettskarð, og hóast bæði Todi og Páll skoraðu hvør sítt mál, so var tað ikki nóg mikið til at fáa stig.

 

Harvið yvirhálar B68 Víking, sum vann á NSÍ í gjárkvøldið, og er aftur nummar tvey í Vodafonedeildini, níggju stig aftanfyrii HB.

 

KÍ ? B68 2-4 (1-2):

0-1: Ahmed Keita

1-1: Todi Jónsson

1-2: Niklas Joensen

1-3: Óli Olsen

1-4: Niklas Joensen

2-4: Páll Klettskarð