Tað hevur verið roknað við, at niðurflytaraliðini B68 og ÍF fóru at verða millum favorittarnar at vinna tvey tey fremstu plássini, og at serliga FSV04 og TB skuldu verða tey, sum fóru at gera teimum kapping.
Einasta av hesum fýra, sum burtur úr trimum teimum fyrstu umførunum hevur fingið fulla úrtøku, er B68. Eftir knúsandi 8-0 sigur í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36 Skírisdag, vann B68 2. páskadag 2-1 á heimavølli ímóti SÍ, sum var á odda 1-0, tá ið tað var hálvleikt.
Í Gundadali var stóri málskjúttin Jósup Henriksen, sum B68 síðani síðsta kappingarár hevur fingið úr Klaksvík, har Jósup var á næstbesta liðnum. Í Gundadali skoraði hann fýra mál.
Á heimavølli ímóti SÍ 2. páskadag var tað brasiliumaðurin Alaxsandro Casthilio, sum í 2. hálvleiki skoraði bæði B68 málini.
Í fyrsta umfari vann SÍ á heimavølli ímóti KÍ. Síðani hava teir onga úrtøku fingið, hóast talan ikki hevur verið um serliga stór tap. Skírisdag var SÍ á Sevmýri, har teir taptu 2-0. Sum ikki eina ferð so var tað Kai Roest, sum syrgdi fyri TB málunum. Í 1. hálvleiki var tað eftir innkast í vinstru og snittara víðari av Andreas Vestergaard, og tað seinna skoraði Kai Roest, eftir at SÍ málverjin rættuliga hevði kiksað í tí.
2. páskadag var TB aftur á heimavølli. Hesa ferð høvdu teir vitjan av næstbesta B36 liðnum, sum tað er ógvuliga lítil stiril í. Úrslitið var 5-0, og TB hevði møguleikar at skjóta uppaftur fleiri mál enn so.
B36 liðið flutti í heyst upp, og um trý tey fyrstu umførini verða nýtt at meta út frá, so bendir alt á, at steðgurin hjá B36 verður stuttur í 1. deild. B36 hevur einki mál skorað, og B36 hevur einki stig vunnið.
Hin uppflytarin er NSÍ. Trý tey fyrstu umførini boða frá, at NSÍ er hampuliga væl fyri. Skírisdag spældi NSÍ í Klaksvík sundur og saman. Úrslitið var 5-0 til NSÍ. Viggo Johannesen, Eddie Mikkelsen, málverjin Tórður Thomsen og álopsspælarin Sonni L. Petersen eru góðir stuðlar hjá fleiri ungum monnum.
2. páskadag var NSÍ í Fuglafirði, og har var tað um reppið, at teir fingu í hvussu so er eitt stig. Í steðginum var NSÍ á odda 2-1. Unglingaspælarin Øssur Dalbúð, sum er partur av Formula hópinum skoraði tvey NSÍ mál, og hann hevði møguleikar at gera okkurt afturat.
Miðvallarin Alexander Jovevic javnaði til 1-1, og hann skoraði eisini ÍF sigursmálið, eftir at Bartal Eliasen, sum var fremsti maður, hevði javnað til 2-2.
Merkisvert var tað, at meðan teir næstbestu hjá NSÍ bara høvdu lokalar á liðnum, so vóru tríggir útlendingar á ÍF liðnum, og tveir vórðu skiftir inn.
Leirvíkingar standa seg í næstbestu deildini, men hóast teir í fyrsta umfari vunnu á heimavølli ímóti TB, so hevur lítið higartil bent á, at teir fara at vera millum evnini til uppflyting, men enn kann nógv broytast. Skírisdag megnaði LÍF einki at fáa við sær frá vitjan hjá HB í Gundadali. Mánadagin smurdu leirvíkingar unga og moyra KÍ liðið av 8-2. Enn sum undanfarnu árini er stóri profilurin og málskjúttin Andrias Lava Olsen, sum aftur og aftur vísir, at hann sum einki hevði megnað at verið partur av liðunum í Formuladeildini.
Tað, sum LÍF ikki megnaði Skírisdag í Gundadali ímóti HB, tað megnaði FSV04 væl og virðiliga 2. páskadag. Teir vunnu 3-1. Skírisdag var úrslitið burturúr ÍF vitjanini á Valloyrini 1-1. Tá legði Bartal Eliasen við brotssparki gestirnar á odda beinanvegin, og tveir minuttir undan leikloki megnaði pólverki Andrzej at stýra bóltinum í ÍF málið, eftir at Silva hevði lagt innfyri.
Í Gundadali 2. páskadag vóru tað eisini gestaspælarar, sum syrgdu fyri málunum. Jovan Panic, sum í fjør var HBari, setti hol á eftir horna, tá ið lítið korter var farið. FSV04 tóktist hava tamarhald á, men miðskeiðis í 1. hálvleiki peikaði dómarin á ellivu metra blettin, eftir at ein heimamaður var farin um koll, og Vagnur M. Mortensen, sum ikki hevði fingið afturval til besta HB liðið var tryggur.
Beinanvegin eftir steðgin umsetti Andrzej innlegg frá Hans Arna til mál, og tjúgu minuttir fyri dystarlok legði Andrzej úr góðari støðu upp á tvørs til Jovan Panic, sum staðfesti vágasigurin.
1. DEILD
2. umfar
Skírisdag 5. apríl
TB-SÍ 2-0 (1-0)
1-0: Kai Roest 18.
2-0: Kai Roest 60.
HB-LÍF 2-1 (2-1)
0-1: Andreas Lava Olsen
1-1: Høgni
2-1: Pætur Jørgensen
FSV04-ÍF 1-1 (0-1)
1-0: Bartal Eliasen 1.
1-1: Andrzej 88.
B36-B68 0-8 (0-1)
0-1: Jósup Henriksen
0-2: Jósup Henriksen
0-3: Henning Joensen
0-4: Kristian Anton Andreasen
0-5: Dánjal Hansen
0-6: Rúni Nolsøe
0-7: Jósup Henriksen
0-8: Jósup Henriksen
KÍ-NSÍ 0-5 (0-1)
0-1: Sonni L. Petersen 29.
0-2: Jan Nónklett 61.
0-3: Jan Nónklett 75.
0-4: Klæmint A. Olsen 85.
0-5: Klæmint A. Olsen 88.
3. umfar
2. páskadag 9. apríl
B68-SÍ 2-1 (0-1)
0-1: Jørgin Meitilberg
1-1: Alaxsandro Castilho
2-1: Alaxsandro Castilho
ÍF-NSÍ 3-2 (1-2)
0-1: Øssur Dalbúð 22.
1-1: Alexander Jovevic 27.
1-2: Øssur Dalbúð 44.
2-2: Bartal Eliasen 77.
2-3: Alexander Jovevic 84.
LÍF-KÍ 8-2 (4-0)
1-0: Hjartvard Hansen
2-0: Andreas Lava Olsen
3-0: Andreas Lava Olsen
4-0: Adrian Joensen
5-0: Magnus Skoralíð
6-0: Magnus Skoralíð
6-1: Páll Klettskarð
7-1: Adrian Joensen
8-1: Andreas L. Olsen
8-2: Andrias Ellingsgaard
TB-B36 5-0 (1-0)
1-0: Olivur Abrahamsen 17.
2-0: Kai Roest 50.
3-0: Einar Petersen 67.
4-0: Olivur Abrahamsen 81.
5-0: Kai Roest 82.
HB-FSV04 1-3 (1-1)
0-1: Jovan Panic 13.
1-1: Vagnur Mohr Mortensen br 26.
1-2: Andrzej 48.
1-3: Jovan Panic 71.
Reytt kort: Sjúrður Ellefsen 80.