Fyri valið standa nevnliga tríggir nevndarlimir, og ein av hesum, Jens Erik Magnussen, hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali.
Tí er Niclas Davidsen einasta nýggja uppskotið til nevndarvalið, og soleiðis verður hann nú partur av nevndini, tá aðalfundurin er av.
Hinir báðir nevndarlimirnir, sum standa fyri afturvali, eru Niklas á Líðarenda og Karl Vidtfeldt. Teir taka báðir við afturvali.