B68-forkvinnan vil satsa lokalt

Á ársveitsluni komandi leygardag verða nýggir spælarar kunngjørdir

Beinta Mikkelsen er í gongd við sítt fyrsta ár, sum forkvinna í B68, og sigast má, at hon hevur fingið eina góða byrjan, nú B68 hevur vunnið 1. deild.

 

Beinta Mikkelsen fegnast um, at tann lokala loysnin við Øssuri Hansen, sum venjara, og við lokalum spælarum á liðnum hevur givið úrslit. B68 hevur sett sær fyri, at hetta verður leisturin, sum verður skorin.

 

B68 hevur ársveitslu komandi leygarkvøld, har felagið fer at kunngera nøvnini á nýggjum spælarum, sum skulu styrkja um hópin hjá B68 til avbjóðingina í effodeildini komandi ár. Beinta Mikkelsen vil tó ikki avdúka hvørjar spælarar talan er um.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Beintu Mikkelsen.