Í gjøgnum longri tíð hava stuðlar hjá B68 arbeitt við at fáa nakrar stuðulssangir hjá felagnum spældar inn á fløgu, og 12. september - 15. ára degnum fyri Landskronabragdinum hjá landsliðnum - kom fløgan so á marknaðin.
Í tí sambandi mundi tað vera ógvuliga hóskandi, at tað er fyrrverandi B68-venjarin og landsliðsskiparin, Jóannes Jakobsen, sum hevur yrkt ein av sangunum. Tann sangurin eitur Rómur yvir Svangaskarð, og er tað Kim Hansen, ið eisini hevur gjørt lagið, sum syngur sangin.
Eisini er ein n!ggj útgáva av B68-sanginum frá gullárinum 1992, men tó at útsetingin er n!ggj, so er tað enn sum áður Petur Hans Hansen, sum syngur lagið.
Umframt tekstin til eitt lag, hevur Jóannes Jakobsen eisini gjørt lagið til annan n!ggjan sang, sum Kristina Viberg Andreasen syngur, og at enda hava Kim Hansen og James Olsen so eisini roynt seg við einum fótbóltssangi í tekno-stíli.
Fløgan kostar 100 krónur, og fæst hon til keyps í sølubúðum á toftum, og so sjálvandi eisini á Svangaskarði.









