B68 fingið føroyskan styrk

Betri deildin menn: B68 hevur fingið tilgongd av Jóhann Hansson Joensen, sum kemur úr 07 Vestur

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóhann H. Joensen (t.v) og Daniel Obbekjær

B68 hevur fingið tilgongd av Jóhann Hansson Joensen, sum kemur úr 07 Vestur. Tað boðar felagið frá við sjónbandabroti á sosialu miðlunum.

 

Jóhann Hansson Joensen hevur vant á Toftum fyrr í hesum kappingarárinum. 22 ára gamli vongurin spældi 22 dystir fyri 07 Vestur í farna kappingarár. Undan tí spældi hann við EB/Streymi og er uppvaksin í B36.

 

Fyri B68 er talan um kærkomnan styrk, tí hvørki Mohamed Samba ella Boubacar Dabo eru á Toftum komandi kappingarár. Fyri 07 Vestur merkir hetta, at báðir vengurnir frá farna kappingarárið eru farin til kappingarneytar. Jasper van der Heyden er farin til NSÍ.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóhann H. Joensen (t.v) og Daniel Obbekjær