Hetta skrivaði heimasíðan hjá B68 í gjár. NSÍ og B68 eru vorðin samd um, at leiguavtalan viðvíkjandi Tórði Thomsen steðgar, og í staðin hevur B68 gjørt avtalu við 30 ára gamla Gunnar á Steig úr Klaksvík. Gunnar á Steig er ein royndur málmaður, sum í fleiri ár hevur verið málmaður á besta KÍ-liðnum. Síðstu nógvu árini hevur hann tó spælt við felagsliðnum úr Sundalagnum, men nú hevur Gunnar so valt at royna eydnuna á Toftum hjá B68.