B68 er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin B68-ÍF

Savnsmynd

Klokkan 15 flaggdagin byrjar áttandapartsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og ÍF á Svangaskarði á Toftum.

 

Aftaná fyrstu seks umførini í landskappingini hevur B68 eitt stig, meðan ÍF einki stig hevur.

 

Hóast bert eitt stig er á muni í landskappingini, so er B68 greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B68 aftaná vanliga leiktíð eru 1,31.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 5,46.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til ÍF aftaná vanliga leiktíð eru 7,11.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd